Rakul hitti forsætisráðharran

Danski forsætisráðharrin bjóðaði í dag føroyskari gentu í Forsætismálaráðið

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, brúkti í fjør eina tekning hjá 11 ára gomlu Rakul Poulsen úr Havn á jólakortinum hjá sær.

Løkke gjørdi eina kapping millum børn um at gera tekning til jólakortið, og millum tær mongu hundrað tekningarnar, sum komu inn, valdi Løkke tekningina hjá Rakul. Tekningin var av trimum børnum – einum føroyskum, einum donskum og einum grønlendskum – sum sleta í Føroyum.

- Eg fekk sera nógvar tekningar, og tær takki eg fyri. Eg ivaðist tó ikki í, hvørja tekning eg skuldi velja til jólakortið. Boðskapurin hjá Rakul var, at hóast vit eru ymisk hava vit felags søgu og virði, og eg haldi sera nógv av ríkisfelagsskapinum, segði Lars Løkke Rasmussen tá.

Í dag hevði Lars Løkke Rasmussen vitjan av Rakul, mammuni, ommuni og systkinabarni. Hann vísti teimum runt í Forsætismálaráðnum, bjóðaði teimum okkurt leskandi og takkaði Rakul fyri tekningina.