- Eg sá, hvussu ymiskt svimjararnir reageraðu upp á ymsar støður, og hetta royndi eg at arbeiða við. At byrja við kanska meira intuitivt, men sum frálið, so royndi eg at nema mær vitan innan økið. Ikki minst hevur norski Willy Railo verið ein stór inspiratión fyri meg, og vit fingu hann eisini til Føroya at halda fyrilestur.
- Og við alt betri amboðum kundi eg hjálpa svimjarunum at røkka hægri málum. Innan líðítrótt avmarkaði hetta seg til, at eg í landsliðsarbeiðinum hevði fýra svimjarar. Men sjálvt við hesum fýra fólkunum kom eg eftir, at bestu úrslitini komu, um eg hevði ymisk pep-talk fyri liðnum. Hetta tí tað var ymiskt, sum skuldi til, fyri at fáa hvønn einstakan at raka toppin. Tí er tað eg sigi, at tann fantastiski fótbóltsvenjarin skal duga at seta 11 mans upp til dystin upp á hvør sín máta.
Umframt arbeiðið við svimjilandsliðnum, verður Aksel roknaður sum ein av høvuðsorsøkunum til, at ÍSB hevur megnað at lyft seg upp á altjóða tindarnar. Hartil hevur hann virkað sum ráðgevi innan eitt nú hondbólt, fótbólt og kappróður umframt fleiri uppgávur uttan fyri ítróttarheimin. Sum hann tekur til sjálvur, so hava hesar uppgávur fevnt um alt frá skúlanæmingum við próvtøkuræðslu gil vinnulívsfyritøkur, sum halda seg ikki náa sína mentalu styrki.