Rætt at leggja saman við Sunda kommunu

- Eftirtíðin hevur víst, at samanlegging var tað rætta, sigur Poul Grunnveit, sum var seinasti borgarstjóri í gomlu Haldarsvíkar kommunu.

- Eg var ikki fyri samanlegging, men vit tosaðu ikki nógv í kommununi um tann spurningin. Eg haldi heldur ikki, at so nógv varð tosað um spurningin millum fólk. Málið gekk bara sína gongd. Vit høvdu ein kunningarfund í Avhaldshúsinum í Haldarsvík, har væl av fólki møtti. Tá fólkaatkvøðan kom, vísti tað seg, at stórur meiriluti av fólkinum í kommununi var fyri at leggja saman. Men, tað tók eg mær slett ikki nær.

 

Tað sigur Poul Grunnveit, sum í fleiri ár var bygdaráðslimur og seinasti borgarstjóri í gomlu Haldarsvíkar kommunu, sum fevndi um Haldarsvík, Tjørnuvík og Langasand.

 

Spurdur, hví hann ikki var fyri samanlegging, svarar Poul nakað soleiðis:

 

- Eg trúgvi, at tað hevði nakað við aldurin at gera. Eg var komin nakað til árs, og kanska liggur tað til aldurin at gerast meira varin og at vilja halda upp á tað sum er. Ivaleyst hugsaði eg, at eg visti, hvat vit høvdu, men eg visti ikki, hvat vit fóru at fáa í einari samanlegging.

 

Tá in.fo skiftir orð við Poul Grunnveit er hann hin sami, blídligi og fyrikomandi maðurin, sum hann altíð var, tá tú sum fjølmiðlamaður í sínari tíð hevði við hann at gera sum borgarstjóri ella virkisleiðari á fiskavirkinum í Haldarsvík.

 

- Eg haldi ikki, at spurningurin um samanlegging fylti so ógvuliga nógv hjá mær, og eg minnist einki til, at eg tók mær tað nær, tá ein stórur meiriluti av fólkinum í kommununi tók undir við at leggja saman. Hetta gekk bara sína gongd, og eg haldi, at flestu av okkum í bygdaráðnum tóku tað bara stille og roligt, og tað mundi meginparturin av fólkinum í kommununi eisini gera.

 

Fyrrverandi borgarstjórin í Haldarsvíkar kommunu heldur, at tá hugt verður í bakspegilin, var tað rætt at leggja kommunurnar í økinum saman.

 

- Vit høvdu felagskommununa, sum vit eisini vóru partur av, og vit høvdu umhvørvisnevndina, sum serliga tók sær av tekniskum málum og umhvørvismálum í økinum. So, her var nógv samstarv. Mín niðurstøða er, nú Sunda kommuna hevur 10 ár á baki, at tað var rætt at leggja hesar kommunurnar saman, sigur Poul Grunnveit.