Tað var ein glaður og væl nøgdur Trúgvi Joensen, sum leygardagin var við til navnadóp hjá Thor Omega í Danmark. Fyritøka hansara hevur í fleiri ár havt sera gott samstarv við Thor, og hetta samstarv sær út til at halda fram.
Avtala er júst gjørd við Thor um at lata nautiska útgerð fyri 10 mill. kr. til umbyggingina av risatrolaranum Athenu, sum í løtuni verður gjørdur aftur í Kina eftir vanlukkuliga eldibrandin herfyri. Hetta er størsti sáttmáli sum Radiobúðin nakrantíð hevur gjørt.
–Vit eru sera glaðir um at hava kunnað samarbeitt við Thor øll hesi árini, ikki minst nú fyritøkan er vaksin og eisini skipini, og nú eru vit so við til at byggja Athenu uppaftur í Kina eftir syrgiligu eldsvanlukkuna. Hetta er tað størsta uppgávan vit hava fingið, og tað eru vit sera spentir uppá sigur Trúgvi Joensen. Talan er um alla nautisku útgerðina í stýrihúsinum og elektronikk kring skipið. Hans Andreas Joensen sigur, at teir hava kent Radiobúðina frá byrjan og hava verið væl nøgdir við samstarvið, og teir hava valt at brúka ein føroyskan undirleverandør til alla hesa útgerðina umborð á Athenu.