Tá nýggja samgongan varð skipað, høvdu vit á fyrsta sinni fulla javnstøðu í landsstýrinum, fýra kvinnur og fýra menn.
Í hesum sambandi setti redaktiónin í Miðlahúsinum sær fyri at finna eitt gott føroyskt kvennkynsorð sum samsvarar kallkynsorðið »ráðharri«.
Síðani Jóngerð Purkhús tann 10. januar í 1985 tók við sum Føroya fyrsta landsstýriskvinna – hevur starvsheitið »landsstýriskvinna« verið nýtt. Ikki so nógv tey fyrstu árini, men so skjótt, sum fólk vandust við heitið, gjørdist tað alt meira vanligt. Í dag er tað púra nátúrligt at siga »landsstýriskvinna« um kvinnur, sum sita í landsstýrinum.
Men tá vit nýta hitt starvsheitið fyri limir í stjórn okkara, ráðharrar, so hava ongan kvennkynsform. Tá vit nú hava fulla javnstøðu, so halda vit á redaktiónini í Miðlahúsinum, at vit eisini eiga at finna eitt kvennkynsheiti.
Við at tosa við ymisk málkøn fólk komu vit fram til heitið »ráðfrú« – og við hesum heiti kunnu vit umrøða:
- Kristinu Háfoss sum fíggjarmálaráðfrú
- Rigmor Dam sum mentamálaráðfrú
- Sirið Stenberg sum heilsumálaráðfrú (ella kommunumálaráðfrú)
- Eyðgunn Samuelsen sum almannamálaráðfrú.
Greinin um evnið, sum stendur í Sosialinum í dag, kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER
Orðið ráðfrú bendist soleiðis:
|
| óbundið | bundið |
eintal | hvørfall | ráðfrú | ráðfrúin |
| hvønnfall | ráðfrú | ráðfrúna/ráðfrúina |
| hvørjumfall | ráðfrú | ráðfrúni/ráðfrúnni |
| hvørsfall | ráðfrúar | ráðfrúarinnar |
fleirtal | hvørfall | ráðfrýr/ráðfrúir | ráðfrýrnar/ráðfrúirnar |
| hvønnfall | ráðfrýr/ráðfrúir | ráðfrýrnar/ráðfrúirnar |
| hvørjumfall | ráðfrúm/ráðfrúum | ráðfrúnum/ráðfrúunum |
| hvørsfall | ráðfrúa | ráðfrúanna |