Fysioterapeutfelag Føroya, heitir á komandi samgongu, um at raðfesta heilsufremjan og sjúkufyribyrgjan.
Føroyska samfelagið hevur nógvar útreiðslur av at viðgera og stuðla borgarum við varandi sjúku.
Demografisku broytingar gera, at fleiri fólk vera, sum hava varandi sjúkur, og samfelagið hevur ikki ráð til at veita stuðul til øll. Tí mugu fólk læra at taka hond um sína egnu livsstøðu.
Borgarar eiga at verða stuðlað í at liva við síni sjúku og at troyta teir møguleikar í eru, fyri at megna at liva eitt virkið lív. Ella sagt við øðrum orðum at kunna klára seg sjálvi. Kanningar vísa, at við at gera átøk fyri at stuðla borgarum í at megna sín egna gerandisdag, eru tey før fyri at klára seg sjálvi longri. Hetta ger so aftur, at tey ikki brúka eldraskipanina fyrr enn seinni.
Samgongan eigur at raðfesta:
· Sjúklingar, sum fáa staðfest eina varandi sjúku frá serlækna, eiga at fáa vegleiðing frá fysioterapeuti.
· Sjúklingar eiga at fáa møguleika fyri fáa ordinerað rørslu fyri heilsu á resept frá lækna, í staðin fyri ella sum ískoyti til heilivág.
· Børn í fólkaskúlanum eiga at verða kannað av einum fysioterapeuti, sum ger eina individuella metan av einstaka barninum, og saman við barninum og foreldrum ger eina ætlan fyri aktiviteti í gerandisegnum.
Frá forðing til møguleika
Fólk gerast virkin og vinna á avmarkingum, við stuðli frá einum fysioterapeuti. Nógv fólk við varandi sjúku ella breki liva eitt gott og virkið lív. Men summi gera ikki, tí at tey ikki fáa rættan stuðul. Hetta kann vera niðurbrótandi fyri eitt menniskja.
Tá ikki nóg mikið verður gjørt við at menna og endurvenja førleikar, rakar tað umframt einstaklingin eisini familjuna, felagsskapin og samfelagið sum heild. Nýggjar kanningar vísa, at missurin í heimsbúskaparligu framleiðsluni næstu 20 árini vegna varandi sjúkur, so sum hjartasjúku, diabetes, lungnasjúku og krabbamein, verður meiri enn 420 milliardir krónur.
Men soleiðis nýtist tað ikki at vera.
Hjálpa fólki at vinna á avmarkingum
Við røttum stuðli frá teimum røttu heilsustarvsfólkunum kann meginparturin av teimum, sum hava varandi sjúku, fáa høvi at liva soleiðis, at tey røkka sínum málum, gagnnýta sínar førleikar fult út og geva sítt íkast til samfelagið.
Fysioterapeutar hava ein høvuðsleiklut í at náa hesum máli. Teir arbeiða við fólki, til tess, at tey kunnu fáa sum mest burtur úr sínum rørsluførleika og virkisførleika. Fysioterapeutar stíla fyri endurmenning aftan á skaða og sjúku, so at fólk kunnu koma sum frægast fyri seg aftur.
Alheims heilsustovnurin WHO og Heimsbankin siga, at:
· endurmenningartænastur - so sum fysioterapi - eru góðar íløgur, tí tær “byggja upp menniskjaligan virkisførleika”
· hjálpartøkni – ið endurmenningarkøn starvsfólk sum t.d. fysioterapeutar geva – “ger fólk meiri sjálvbjargin, bøtir um luttøku teirra í samfelagnum og kann minka um útreiðslur til røkt og stuðul”
· tørvur á endurmenning, sum ikki verður nøktaður, kann avmarka arbeiðsførleikan, skerja luttøku, viðføra at heilsan versnar, gera fólk meira óhjálpin – sum alt hevur samfelagsligar og fíggjarligar avleiðingar.
Um fysioterapi
Fysioterapeutar eru serfrøðingar í rørslu og venjing, og teir hjálpa fólk at vera sjálvbjargin alt lívið.
Dagurin í dag, 8. September, er altjóða fysioterapidagur og ynskir Fysioterapeutfelag Føroya at varpa ljós á týdningin av rørslu.










