Raðfestir egin áhugamál fram um børnini

Býráðið samtykti við 7 atkvøðum fyri at lata Sp/f Høgna Mikkelsen og Búsetur byggja hvør sín barnaansingarstovn.

Hetta hóast ein metingarnevnd við serkønum fólkum ráddi til at taka av tilboðinum frá Pf Búsetur.
Uppgávan hjá metingarnevndini var at døma um innkomnu uppskot til dagstovnarnar eftir eini frammanundan ásettari virðisreglu, sum sigur, at dømingin skal metast soleiðis:
Kostnaður mett við40 % av 100%
Útsjónd og innrættingmett við40 % av 100%
Tilfarsvalmett við20 % av 100%

Metingarnevndin kom til hesa niðurstøðu: »Bólkurin staðfestir, at av innkomnu tilboðunum eru tilboðini frá Sp/f Búsetur tær bestu verkætlanirnar, hóast tilboðini ikki eru bíligast. Ætlanin vísir nógvar dygdir í útsjónd, innrætting, inniklima, brúksvirði og pedagogiskum møguleikum.
Við støði í dømingini verður mett, at kommunan sum heild fær mest burtur úr við at taka av tilboðunum frá Sp/f Búsetur«.
Javnaðar- og Tjóveldisumboðini í býráðnum mæltu til at taka av tilboðinum frá Búsetur. Við teirri grundgeving at hesir bygningar lúka nútíðarkrøv til ein barnagarðsstovn, bæði hvat viðvíkur børnum, starvsfólkum og at metingarnevndin sigur, at hetta uppskotið er nógv tað besta í innrætting og arkitekturi.
At samgongulimir velja at taka av tveimum ymiskum tilboðum er skelkandi, serliga tá ið annar av tilboðsgevarnum sjálvur er býráðslimur og limur í samgonguni. Eg kann ikki lata vera við at hugsa, at um Høgni Mikkelsen ikki var býráðslimur, so hevði meirilutin heldur ikki tikið av hesum tilboð. Tí prísmunurin er lítil, tá ið hugsað verður um, at kostnaðurin bert telur 40% av samlaðu metingini. Samgongan velur her egin áhugamál framm um trivnaðin hjá børnunum og starvsfólkunum í Kommununi.