Raðfestingar og eldrapolitikkur

Í hesum døgum verður nógv tosað um kor teirra eldru - og er tað serliga eldraárið, sum hevur sett kikaran á eldraøkið.

 

At tosa um eldrapolitikk, familjupolitikk og í heila tikið um kor teirra minni mentu verður av nógvum mett sum »tað bleyta økið« - tað, ið vit altíð kunnu tosa um, men sum vit í veruleikanum ikki gera nakað við. Ikki minst er hetta galdandi í hesum døgum, tá samgonguflokkarnir vilja gera alt fyri at skúgva slík mál til viks - til frama fyri fullveldisætlanunum. Tað tykist alt greiðari, at Tjóðveldisflokkurin vil gera alt fyri at bíða við slíkum málum av ótta fyri at styggja Fólkaflokkin, sum á sosiala økinum als ikki dregur somu línu, sum eitt nú Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin

Í hesum døgum verður nógv tosað um kor teirra eldru - og er tað serliga eldraárið, sum hevur sett kikaran á eldraøkið.


At tosa um eldrapolitikk, familjupolitikk og í heila tikið um kor teirra minni mentu verður av nógvum mett sum »tað bleyta økið« - tað, ið vit altíð kunnu tosa um, men sum vit í veruleikanum ikki gera nakað við. Ikki minst er hetta galdandi í hesum døgum, tá samgonguflokkarnir vilja gera alt fyri at skúgva slík mál til viks - til frama fyri fullveldisætlanunum. Tað tykist alt greiðari, at Tjóðveldisflokkurin vil gera alt fyri at bíða við slíkum málum av ótta fyri at styggja Fólkaflokkin, sum á sosiala økinum als ikki dregur somu línu, sum eitt nú Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin.


Tingmaður Miðfloksins mælti í Krosskasti til at raðfesta øðrvísi. Hann tók konkreta dømið um nýtt løgtingshús, sum hann helt átti at verið lagt til viks, so vit í staðin kundu bygt eitt røktarheim. Jú, fagur tanki - og kanska lætt at siga av einum andstøðupolitikara - men als ikki eitt skot við síðuna av!


Elin Dahl Johannesen víst á tað, ið pápi hennara, Dr. Dahl sáli, plagdi at siga, at útbyggingin av samfelagnum gekk alt ov skjótt - so skjótt, at vit ikki megna at fylgja við. Dvølja vit við hesi orð - og samstundis hava ætlanir landsstýrissins í huga - so kunnu vit ikki annað enn geva honum rætt.


Hetta førir okkum so aftur til spurningin um raðfesting: Hvussu skulu vit útbyggja samfelagið? Skulu vit loypa í tað beinanvegin - ella skulu vit tryggja umstøðurnar áðrenn?


Í sambandi við fullveldisætlanirnar hevur nógv verið tosað um vælferðarsamfelagið - og fleiri hava víst á, at vit mega venja okkum til størri sparsemi. Tað eru eisini tey, ið meina, at vit eiga bert at liva av tí, ið landið kann geva okkum.


Minsta kravið er tí, at fólkið veit, hvussu korini verða í framtíðini. Skulu vit venja okkum við smærri kor, so er at siga fólki tað.


Er tað møguligt heldur at menna samfelagið víðari á sjálvbjargnisleið - uttan at taka fulla stigið til loysingina - so eigur tað eisini at verða lagt fyri fólkið. Hava vit tá betur ráð til ellis- og røktarheim, so eigur fólkið eisini at fáa tað valið!


Tá kunnu vit tosa um eldrapolitikk og raðfestingar?