Hósdagin, 8. februar, verður stuðulin úr gávugóðsinum hjá Thorvald Poulsen, latin, og hesa ferð er gjørt av, at tað skal vera listakvinnan, Anný Djurhuus Øssursdóttir, sum fær stuðulin í ár.
Stuðulin skal latast ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg og tá ið Anný Djurhuus Øssursdóttir fær stuðulin, og verður heiðrað hósdagin, fer Lena Anderssen eisibi at spæla nøkur løg.
Thorvald Poulsen av Steinum var gartnari í Havn. Hann hevði vakstrarhús og urtagarð sín, har sum R. C. Effersøes gøta og Egholmstrøð møtast.
Hann átti eisini traðirnar, har SMS og meginparturin av R. C. Effersøes gøtu eru í dag. Alt hetta økið seldi hann og setti peningin á bók í Føroya Sparikassa, har hann stóð og rentaði, til Thorvald doyði.
Torvald hevði áhuga fyri máli og list, og hann stovnaði grunnin til tess at stuðla ungum fólkum við listarligum evnum at nema sær útbúgving.
Í stýrinum fyri grunnin skulu vera rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, formaðurin í Listasambandi Føroya og formaðurin í Lærarafelagnum. Í stýrinum eru sostatt Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya Marita Dalsgaard, forkvinna í Listafólkasamband Føroya og Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag
Fyri at tryggja listafakliga hevur stýrið fyri grunnin gjørt avtalu við Listafólkasamband Føroya, sum hevur sett eina úrvalsnevnd av fakfólkum at velja eitt ungt listafólk, ið skal fáa stuðulin, ella gávugóðsið, sum tey kalla tað.
Gávugóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001, og síðani hava 19 listafólk og ein stovnur fingið tillutað til samans 935.000 krónur í stuðuli úr grunninum. Stovnurin, sum hevur fingið stuðulin, er Tórshavnar Musikskúli, sum hevur fingið stuðulin vegna musikkskúlarnar í Føroyum. Musikskúlarnir hava fingið stuðulin hesi trý seinastu árini, ella 150.000 krónur tilsamans.
Tey, sum annars hava fingið stuðulin higartil, eru:
2017: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi 50.000 kr.
2016: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2015: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2014: Heiðrun Petersen, fiólleikari, 50.000 kr.
2013: Bárður Reinert Poulsen, tónleikari og Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur 25.000 kr. í part.
2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri, 60.000 kr
2011: Dáva Juul Magnussen, tónlistamað, 60.000 kr
2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinnu, 60.000 kr
2009: Kjartan Hansen, fólkatónleikari og nemur sær útbúgving innan sjónleik, 60.000 kr
2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna, 60.000 kr
2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari, 60.000 kr
2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi, 60.000 kr
2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur, 60.000 kr
2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, songkvinna, 25.000 kr. í part.
2003: Tróndur Bogason, tónasmiður, 60.000 kr
2002: Andrass Olsen, tónleikari, 60.000 kr, Teitur Árnason, filmsleikstjóri, 25.000 kr og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi, 25.000 kr
2001: Rannvá Konoy, listakvinna 60.000 kr