Havsbrún Havsbrún í Fuglafirði, sum er eitt nútímans og altjóða viðurkent virki, ið framleiðir fiskamjøl, lýsi og alifóður, hevur seinastu nógvu árini havt út við 100 ársverk knýtt at síni framleiðslu og sínum virksemi. Fíggjarligi raksturin av virkseminum hevur eisini verið stak góður. Avlopið hevur seinastu trý árini ligið um 50 miljónir krónur um árið, sum aftur hevur skapt grundarlag fyri, at vit í dag hava eitt nútímans virki í Fuglafirði. Eitt virki, sum framleiðir fóður til alivinnu, er samstundis eitt góðskingarvirki, sum alla tíðina arbeiðir við at gera vøruna betri. Fyri hetta arbeiði hevur virksemið í Fuglafirði vunnið álit og stóra viðurkenning, bæði í Føroyum og uttanlands. At kalla øll tann føroyska alivinnan keypir í dag sítt fóður frá føroyska veitaranum, men hetta er í harðari kapping við aðrar stórar útbjóðarar uttanlands, eitt nú stóru fóðurfeløgini, Evos, Skretting og Biomar. Samlaða fóðurnøgdin, sum Havsbrún framleiðir, liggur um 60.000 tons um árið. Í tíðini, tá føroyska alivinnan var í tungum sjógvi, og lítið alivirksemi var um oyggjarnar, leitaði Havsbrún í størri mun uttanlands við síni fóðurframleiðslu, hagar kanska eini 25.000-30.000 tons vórðu seld. Framleiðsluorkan á virkinum er útbygt, soleiðis at virkið í Fuglafirði í dag er ført fyri at framleiða eini 90.000 tons av fóðuri um árið. Men í staðin fyri at leita upp útlendskar marknaðir, hevur Havsbrún í Fuglafirði nú meira enn áður lagt seg eftir at nøktað fóðurtørvin hjá føroyskum alarum, sum aftur er øktur við eini alivinnu, sum hevur reist seg aftur eftir kreppu. Fóðursølan uttanlands er minkað við, at sølan í Føroyum er økt, og nú altjóða fíggjarkreppa er farin sum kaldur gjóstur um lond, hevur Havsbrún við stórari minking í ráfiskanøgd ikki lagt so nógva orku í at selja fóður út um landoddarnar. Kolosal minking Tað krevur stórar nøgdir av rávøru til at framleiða 60.000 tons av alifóðuri umframt at hava ein útflutning av fiskamjøli og lýsi. Høvuðsrávøran hjá Havsbrún hevur verið svartkjaftur, men nú samlaða svartkjaftakvotan millum strandalondini er so nógv minkað, samstundis sum stórur partur av tí, ið eftir er, verður latið russum í býti við tosk í Barentshavinum, hevur Havsbrún verið fyri einum kolosslum rávørumissi. Rávørugrundarlagið undir virkinum í Fuglafirði hevur heilt síðan 1999 og fram til ár 2008 ligið úr 197.000 tonsum og upp í 332.000 tons um árið. Í 2003, 2004 og 2006 var rávørugrundarlagið soleiðis omanfyri 300.000 tons hvørt árið. Hartvig Joensen, deildarleiðari á mjøl-og lýsideildini hjá Havsbrún, sigur, at so seint sum í fjør eydnaðist virkinum at keypa 205.000 tons av rávøru. - Men í ár sær alt annan enn væl út við rávøru, og hetta verður árið, har rávørunøgdin neyvan kemur upp á 100.000 tilsamans. Hann vísir á, at higartil í ár er nøgdin av rávøru til framleiðsluna júst farin um tey 80.000 tonsini, men útlit eru ikki til, at virkið kemur upp á tey 100.000 tonsini, sum framvegis er eitt ógvuliga lítið tal í mun til rávørutørvin hjá Havsbrún. - Føroysku skipini eru nú á sild, sum verður landað til matna, og tað er einki at siga til, tá hetta sjálvsagt gevur ein betri prís. Vit hava keypt nakað av sild við íblanding av makreli frá íslendskum skipum í summar, men íslendingar fylgja væl við, hvar teirra rávøra fer. Tí eru fólk frá íslendska fiskiveiðieftirlitinum komin til Føroya at fylgja við, tá fiskurin er landaður. Eins og norðmenn, hava íslendingar neyvar reglur um fisk, sum verður landaður í øðrum havnum. Hartvig heldur, at tað serliga er makrelurin, sum íslendingar soleiðis vilja hava eyguni eftir. - Vit hava so gott sum ongar føroyskar landingar havt í Fuglafirði í longri tíð. Hinvegin hava vit keypt slógv frá gulllaksavirkinum Tavuni í Leirvík, sum hevur gjørt mun, nú rávørugrundarlagið er so veikt. Men Tavan gevst skjótt við gulllaksinum, og so verða vit eisini ta rávøruna minni, leggur hann aftrat. Kjak um virðisøking Tíðliga í summar hevði Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, áhugaverda grein á heimasíðuni hjá virkinum um gagnnýtslu av svartkjafti. Í greinini vísir stjórin á, at tað eru føroysku nótabátarnir, sum hava gingið á odda at fiska svartkjaft, og soleiðis hava hesir í mong ár fiskað okkum rættindi til føroyska partin av svartkjaftakvotuni. - Stórur partur av hesum er landaður til Havsbrún, sum síðan hevur virkað alifóður úr svartkjaftinum. Bæði nótaskipini og Havsbrún hava tjent pening og peningurin, sum Havsbrún hevur tjent, er í stóran mun lagdur aftur í føroyskt vinnulív. Bergur Poulsen vísir á, at tá alivinnan var í tungum sjógvi, var Havsbrún við til at taka um endan og endurreisa hesa vinnu. - Í dag er alivinnan aftur ein týðandi partur undir føroyska búskapinum, leggur stjóri á Havsbrún aftrat. Í roknistykki, sum hann hevur sett upp, kemur Bergur Poulsen eftir, at virðisøkingin, sum svartkjafturin skapar, um hann verður veiddur av føroyskum skipum og kemur til sættis í Føroyum, er 315 miljónir krónur um árið. - Hinvegin er virðisøkingin hjá flakatrolarunum eystanfyri, sum veiða tosk, keyptur við føroyskum rávørum, negativ við umleið 42 miljónir krónur um árið, sigur stjórin á Havsbrún. Svartkjaftastríð Hartvig Joensen væntar, at tað verður eitt rættiligt svartkjaftastríð til heystar, tá strandalondini fyrst skulu taka støðu til, hvussu stór samlaða svartkajftakvotan skal verða og síðan, hvat okkara heimligi landsstýrismaður velir at gera við kvotuna. - Tá samlaða svartkjaftakvotan var størst, var hon 2,2 miljónir tons, harav av okkara partur sum strandaland er 26,13%. Hetta er framvegis okkara prosentpartur, men trupulleikin er bara, at samlaða kvotan í ár einans er 543.000 tons. Hugsandi er, at samlaða kvotan fyri 2010 kanska bert verður 200.000 tons, og tá verður lítið í part – og enn minni at lata til aðrar í býti við eitt nú tosk úr Barentshavinum. Uttan at fara út í smálutir við við svartkjaftakvotuni, kunnu vit upplýsa, at parturin, sum eftir var til føroysku nótaskipini av svartkjaftakvotuni fyri 2009, einans var 38.000 tons. Aftrat hesum komu so 29.000 tons, sum lógu eftir frá árinum fyri. - Hetta merkir, at samlaða svartkjaftakvotan hjá føroyskum skipum fyri 2009 einans var 67.000 tons. Hartvig Joensen vísir á, at føroyski parturin upprunaliga var 141.870 tons av svartjafti, men av hesum gjørdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum av at lata russum 100.000 tons av svartkjafti afturfyri tosk í Barentshavinum umframt 12.000 tons av makreli. - Vit mugu tí bara síggja í eyguni, at verður samlaða svartkjaftakvotan nógv minni komandi ár enn í ár, samstundis sum landsstýrismaðurin framhaldandi letur russum ein so stóran part av kvotuni, verður einki eftir til føroysku skipini – og ei heldur sum rávøra til virksemið hjá okkum, sigur deildarleiðarin á Havsbrún. Keypa uttanlands Fyrimunirnir hjá Havsbrún í Fuglafirði í mun til flestu onnur fóðurvirki um heimin hevur verið, at virkið hevur havt framleiðslu av mjøli og lýsi við síðuna av – ella hurð um hurð – við sjálva fóðurframleiðsluna. Men við alt ov lítlari rávøru er nú hesin fyrimunur at kalla burtur. Hartvig Joensen vísir á, at Havsbrún í ár hevur innflutt eini 10.000-15.000 tons av lýsi og eini 5.000-10.000 tons av mjøli fyri at kunna framleiða tað fóður, sum alivinnan hevur brúk fyri. - Vit hava keypt hesa rávøru frá útbjóðarum í okkara granalondum, leggur hann aftrat. Meðan Havsbrún í fleiri ár hevur havt stórt avlop á rakstrarsíðuni, sum hevur verið við til at skapt menning á virkinum og eitt nú innan føroysku alivinnuna, er hugsandi, at raksturin verður munandi tyngri í ár, nú neyðugt verður at keypa ein so stóran part av rávøruni uttanlands. - Vit vóna kortini, at árið í ár fer at geva eitt avlop, tá samanum kemur, sigur deildarleiðarin á fóður-og lýsideildini, Hartvig Joensen.