Ræðumyndir, populisma og misskyltur næstrakærleiki

Hallur Gilstón Thorsteinsson

Tað snýr seg um virðing fyri tí einstaka og trygd fyri, at eisini minnilutar hava somu rættindi sum meirilutin. Hetta eru demokratiskar og humanistiskar dygdir. Dygdir, sum eisini eru í trá við kristna siðvenju og barnatrúgv flestu føroyinga.

Tað er ørkymlandi at síggja, hvussu stórur partur av ‘Nej-sigarunum’ argumentarar í málinum um broyting av §266B í revsilógini. Ræðumyndirnar fáa ongan enda. Tað er eingin logiskur samanhangur millum eina broyting av antidiskriminatiónslógini og so tær ræðumyndir, sum framførdar verða. “Siga vit ja til at verja tey samkyndu í revsilóguni, so viðførur hetta, at næsta stigið verður ja til skrásett paralag, adoptións- og inseminatiónsrættindi hjá samkyndum”. Hetta hevur verði sagt fleiri ferðir í kjakinum. Hetta er ein ræðumynd og eitt postulat.

Eisini hevur verði sagt, at talan er um ein pseudo-trupulleika – altso, at broytingin í §266B ikki fer at hava árin, av tí at talan ikki er um ein veruligan trupulleika. Eitt av argumentunum í hesum samanhangi er, at ein broyting av lógini ikki kundi hjálpt samkynda Rasumusi Rasmussen, tá hann varð álopin á einum vertshúsi í septembur. Sjálvt kjakið er eitt týðiligt dømi um, at talan als ikki er um ein pseudo-trupulleika. Tey samkyndu eru blivin diskrimineraði á ljótasta hátt í hesum kjaki. Vit skriva anno 2006, og enn eru fólk, sum fáa seg sjálvan til at samanbera samkynd við perverteraðar og kriminellar bólkar sosum td. fólk, ið líða av kleptomani, pyromani og pedofili. Um mín eginleiki sum reyðhærdur hevði viðført, at eg í almenninginum skuldi bólkast millum fólk, ið td. hava kynsligan áhuga í børnum, hevði eg kent meg særdan og niðurgjørdan. Hevði eg verið samkyndur, hevði eg kent meg diskrimineraðan í hesum kjaki. Altso er sjálvt orðavalið í kjakinum marginaliserandi, niðurgerandi og diskriminerandi – og harvið eitt tað besta dømi um, at okkum tørvar broyting í §266B.

Tað var skelkandi at lesa eina samrøðu við Óla Breckmann í danska tíðindablaðnum Politiken í farnu viku. Her sá mann besta dømi um, hvussu vandamikil ein cocktail av ræðumyndum, populismu og konservativum hugsjónum í veruleikanum er. Uttan kritiskan sans samantongdi Óli Breckmann betong-kommunismuna, nazistiska rákið í 1930’unum, náttúru- og umhvørvisrørsluna, friðarrørsluna í Suðurafrika og fortalarar fyri rættindum teirra samkyndu. Hetta tilfar koyrdi hann í ein stóran pott og kallaði cocktailin: ‘Humanisma’. Hetta er populisma; hetta er júst tann framferðarháttur, sum varð nýttur í uppbygnaðinum av fasistisku stýrunum í Italia og Týsklandi. Mann leggur lítið í søguligu sannroyndirnar, skapar eina svart/hvíta heimsmynd, kryddar við speisemi og eitt sindur av ræðumyndum. At enda pyntar mann cocktailin við einari litfagrari prikkutari butterfly. Liðugt! Soleiðis eiga vit ikki at kjakast í einum modernaðum og demokratiskum samfelagi!

Homoseksualitetur er ikki ein sjúka. Tí kann homoseksualitetur heldur ikki “viðgerast” – hvørki hjá kommunulæknanum, psykiatriska deplinum ella í samkomuhúsinum. Kanska kann homoseksualitetur undirtrykkast við ljótum orðum, diskriminatión og hóttanum um helviti, men so útinna vit eisini harðskap mótvegis tí einstaka og skerja hansara ella hennara rætt til at liva tað lív, sum júst er hansara ella hennara.

Vit eiga ístaðin at stuðla tí einstaka – eisini sjálvt um hann ella hon eru samkynd. Vit eiga ístaðin at siga: Føroyar eru eitt land, har vit virða hvørt annað og hjálpa hvørjum øðrum.