Irakski forsetin, Jalal Talabani, heldur lítið um frágreiðingina hjá amerikonsku Baker-nevndini. Við útlendskar tíðindamenn sigur forsetin, at frágreiðingin er órættvís, og at partar av henni eru beinleiðis undirgravandi mótvegis irakska fullveldinum og landsins grundlóg. Talabani, sum er kurdi, sigur, at Baker-nevndin fer við Irak, sum var landið eitt lítið hjáland og ikki eitt sjálvsstøðugt ríki.