Rættleiðing til Eyðólv Dimon

Asbjørn Lómaklett,
skúlastjóri

? um teldufrálæru í Klaksvíkar Kommunu.
Mær varð gjørt vart við, at Eyðólvur Dimon hevði skrivað í Sosialin nr. 3 ? 2002, at meðan »summi høvdu fingið teldur inn í skúlan fyri 15 árum síðani, so hevði Klaksvíkar Skúlaverk ikki framt sama tiltak fyrr enn í fjør«.
Klaksvíkin skuldi tí vera »gott dømi« um, at tað ikki er rætt at leggja skúlaum-sitingingina út til kommunurnar.
Nú veit eg ikki, hvar Eyðólvur hevur fingið sínar upplýsingar í hesum máli, men tær eru alt annað enn beinar, ja, tær eru heilt burturvið og beinleiðis ósannindi.
Tað sanna er: Klaksvíkar Skúlaverk byrjaði longu í seinnu helvt av 1970 ? árunum, eg haldi, at tað var í 1978 at bjóða regluliga teldufrálæru í framhaldsdeildini. Lagt varð fyri við ABC-80 teldum, men so við og við vóru nýggjar teldur keyptar, sum tørvur var á. Serlig teldustova var tøk við eini 12 ? 15 teldum, og øktist talið spakuliga við árunum.
Sostatt vóru vit ikki í nakrari trongstøðu viðv. teldufrálæru, tá Mentamálastýrið gjørdi reglur um teldukeyp til allar skúlar við almennum stuðli frá 30. nov. 1998.
Vit kundu sjálvandi verið millum tey fyrstu, ið keyptu teldur sambært nevndu lóg frá 20. juni 1997, men tað eigur at vera havt í huga, at kommunan her var júst um tað mundið farin undir at fyrireika stórar ábøtur á skúlabygningarnar, og hevur hon síðani tá nýtt u.l. 10 mill. kr. til hetta endamálið hesi árini og ætlar at nýta ca. 3 mill. kr. í inniv. fíggjarári til framhaldandi endurnýggingar, men vit keyptu so teldur í fjør (2000) sambært studningslógini, men hesar vóru als ikki tær fyrstu, sum Eyðólvur sigur, men bert framhald av tí arbeiði, ið byrjaði longu fyri gott og væl 20 árum síðani.

Gott hugskot at lata kommunurnar yvirtaka skúlarnar
Tað er sera gott hugskot av landsstýrinum at lata kommunurnar yvirtaka fólkaskúlarnar, og eru fleiri orsøkir til tess.
Nýggja skúlalógin leggur øll, sum hon er upp til, at foreldrini skulu meira inn í myndina viðvíkjandi øllum. ið fer fram innan skúlagott (skúlastýrini).
Tað er tí bert natúrligt framhald av galdandi skúlaskipan, at kommunurnar nú fara at taka sær av fólkaskúlanum.
Hesin verður tí meira viðkomandi fyri borgararnar, tá teir kunnu staðfesta, at støða skúlans í teirra kommunu er nær tengdur at tí hugburði, ið teirra egnu býráðspolitikarar hava, og tað er nærliggjandi tanki, at foreldur fara at velja limir í bý ? og bygdaráð, sum raðfesta skúlan høgt. Alt annað hevði verið sera løgið.
Tað er tí eingin orsøk til at halda, at skúlin fer at fáa verri viðurskifti undir kommunalari leiðslu, enn hann hevur nú, tá ábyrgdarbýtið er heldur enn ikki fløkt.
Um landsumsitingin letur fólkaskúlan yvir á kommunalar hendur, so kann hon fáa betur stundir:
at taka sær av yvirskipaðum málum og sleppa undan at stríðast við smærri tíðarkrevjandi uppgávur - at gera uppskot til nýggjar skúlalógir o.s.fr. - tí sjálv skúlalógin má vera landsuppgáva framhaldandi, tað er sjálvandi.
Einasti trupulleiki, ið eg dugi at síggja í hesum sambandi, eru tær heilt smáu kommunurnar, men hesar eiga at kunna finna samstarv við onkra størri grannakommunu.

Góðar royndir aðrastaðni:
Klaksvíkar kommuna hevur tætt skúlasamstarv við vinarbýir sínar: Kópavog, Odense, Norrkøping, Trondheim, Østersund og Tampere.
Hesar kommunur umsita allar fólkaskúlar sínar, og tað er einki, ið bendir á, at kommunurnar ikki megna uppgávurnar á skúlaøkinum, heldur tvørturímóti. Vit hava sæð, at teirra fólkaskúli er á sera høgum støði og kunnu læra nógv av teimum, og tað er einki at ivast um, at tað hevði borið til at fingið mong góð ráðini frá teimum í einari yvirtøkustøðu.
Vónandi fer tað at eydnast landsstýrinum at finna eina skilagóða loysn, so kommunurnar kunnu yvirtaka fólkaskúlarnar skjótast gjørligt.