Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur ilt við at finna felags stev og felags støðu til lógaruppskotið frá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, sum vil hava heimild at geva undantøk frá býarskipanum og byggisamtyktum.
Lógaruppskotið snýr seg í stuttum um at geva landsstýrismanninum heimild at loyva kommunum at leypa uppum egnar reglugerðir, tá týðandi samfelagslig og vinnulig atlit tala fyri tí.
Lógaruppskotið varð lagt fram síðsta fríggjadag, fyrsta viðgerð var mánadagin, og síðani hevur lógaruppskotið ligið í Rættarnevndini.
Rættarnevndin viðgjørdi lógaruppskotið allan seinnapartin í gjár, og fór á fund aftur í morgun.
Hesi eru innkallað í nevndina at siga sína hugsan:
-Býarskipanarnevndin
-Varðin Pelagic
-Tvøroyrar Kommuna
-Mentamálaráðið / Søvn Landsins
-Kommunusamskipan Føroya & Føroya Kommunufelag
-Landsstýrismaðurin í innlendismálum
-Halgir Winther Poulsen, advokatur
-Kærustovnur Føroya
Rættarnevndin miðar ímóti at skriva álit liðugt seinnapartin. Men tað verður tó ikki ein samd nevnd, ið leggur fram álit.
- Nei, tað verður ein meiriluti og ein minniluti, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini, við Rás2. Sjálv er hon í meirilutanum, sum tekur undir við lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard.
Hoyr samrøðu við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir her