Umsitingin og deildirnar á Dómaraskrivstovuni flyta nú í bygningin, har rættarfundir í eina tíð hava verið Undir Glaðsheyggi Arbeiðið við um umvæla rættarsalirnar í Dómhúsinum er nú liðugt, og rættarfundirnir verða aftur hildnir har.
Nú eiga hølini hjá umsitingini tørn at verða umvældir, og tí flytir øll umsitingin niðan Undir Glaðsheygg at vera, meðan umvælingararbeiðið fer fram.
Skrivstovurnar skulu umbyggjast og útbyggjast fyri at betra um umstøðurnar. Hetta er tiltrongt bæði fyri starvsfólkini og fyri brúkararnar.
Arbeiðið byrjar fyrst í mars.