Í morgin verður ein ráðstevna um býarrúmið í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan verður hildin í sambandi við at Morten Stræde hevur framsýning. Morten Stæde er myndahøggari og hevur prýtt eina røð av býum við vøkrum býarmyndum.
- Upprunaliga ætlanin var hjá mær at koma til Føroya at hava eina framsýning, men so samdust eg og stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, um at skipa fyri einari ráðstevnu í hesum sambandi, sigur Morten Stræde.
Ráðstevnan er ætlað politikarum og arkitektum og annars øðrum áhugaðum.
- Eg havi gjørt eina langa røð av ymsum býarmyndum í Danmark seinastu árini, og eg havi havvt góðan møguleika at spáka runt í Havnini og gjørt mær mínar tankar um, hvussu nýggj býarrúm lættliga kundu verið gjørd, sigur Morten Stræde.
Hann hevur serliga lagt eitt ávíst øki til merkis.
- Gongur tú framvið havnarlagnum (á vestaruvág) so eru tað parkeringspláss oman á parkeringspláss oman á parkeringspláss. Har hevði verið sera lætt at gjørt eina vakra og hugnaliga promenadu, sigur Morten Stræde.
Hann sigur, at hann ikki fyrst og fremst er komin til Føroya fyri at royna at skaffa sær sjálvum arbeiði, men av áhuga vil vísa føroyingum á, hvussu tað lættliga kann fríðkast um við sonevndu býarrúmunum.
- Men sjálvandi. Kemur okkurt tilboð, fari eg ikki at vísa tí aftur, sigur Morten Stræde.