Ríslampurnar hanga oftani goymdar í einum kjallara ella pultikamari. Tær vóru modernaðar í 1970’unum, men hava verið at sæð líka síðani, tí tær eru líka bíligar sum praktiskar. Men vakrar – tað eru tær ikki. Her er ein einkultur háttur at gera ríslampuna til kulastu lampu í húsinum.
Byrja við at finna tær lampuna fram, ella keyp eina - tær eru at fáa í flestum handlum, sum selja lampur og annað innbúgv.
Avger síðani, hvat fyri lit tín lampa skal hava, hendan er gjørd við hvítum pappíri. Nýt helst eitt pappír, sum ikki er alt ov tunt.
Klipp pappírið í líka langar og breiðar, spískar strimlar. Tú skalt nýta nógvar, so klipp ivaleyst.
Byrja síðani at líma strimlarnar á lampuna - fyrst í niðara enda av lampuni og arbeið teg uppeftir.
Hetta er einkult at gera, men tað tekur tíð. So hav tol - rokna við, at tað tekur einar 16-20 tímar samanlagt! Við at nýta límpistól gongur tað skjótari enn við límstift.
Lampan er líka vøkur og kul, óansæð um tað er sløkt ella tendrað.