Rúsan skal missa einkarrættin til at innflyta rúsdrekka. Tað halda bæði tey í Arbeiðsgevarafelagnum og í Ferðavinnufelagnum.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at matstovur, og onnur, sum hava skeinkiloyvi, skulu sjálvi sleppa at innflyta vanligt vín, sum ikki er sterkari enn 15 prosent.
Les meiri um tað her: Einkarrætturin hjá Rúsuni at selja vín verður nú avtikin
Tað taka Arbeiðsgevarar og Ferðavinnufelagið undir við. Men tey halda, at hetta skal vera galdandi fyri alt slag av rúsdrekka. Tey siga, at hetta er ein skipan, sum er galdandi í teimum londum, sum annars hava einkarsølu av rúsdrekka.
Tey vísa á, at hjá vanligum fólki verður eingin munur yvirhøvur, tí hjá teimum kann tað vera tað sama, um tær drykkjuvørur, tey keypa á eini matstovu, er úr Rúsuni, ella um matstovan hevur innflutt tað sjálv.
– Núverandi støða er tarnandi fyri kappingarførið hjá matstovuvinnuni, sum frammanundan hevur stórar útreiðslur at dragast við, siga tey í Ferðavinnufelagnum.
Tí halda tey, at tað er spell, at uppskotið bara fevnir um vanligt vín, tí tørvurin er størri enn so. Tað er ein fløskuhálsur hjá matstovuni at noyðast at keyp alt frá Rúsuni, tí tað forðar fyri einum skynsamum rakstri. Tí vilja matstovurnar sjálvar sleppa at innflyta rúsdrekka, bæði øl, vín og brennivín
Tey siga, at í roynd og veru er ferðavinnan ein útflutningsvinna, sum er í harðari kapping við tænastur uttanlands og tað er einki annað land í norðurlondum, har ein stovnur hevur einkarrætti at innflyta rúsdrekka til matstovur.
– Inntøkugrundarlagið hjá matstovum kring landið er viðbrekið, og tí er neyðugt at tryggja at matstovur sleppa at innfyta rúsdrekka sjálvar, siga tær.