KÍ vann í dag 2-1 á Víkingi í toppdystinum í Sarpugerði. Tað var annars Víkingur, sum legði seg á odda í fyrra hálvleiki við máli, sum Gert Hansen skoraði.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra málini
Í seinna hálvleiki tók KÍ yvir og vendi dystinum. Fyrst stútaði Páll A. Klettskarð eitt frálíkt innlegg í málið til 1-1.
Stutt fyri tíð avgjørdi sami Páll A. Klettskarð dystin, tá hann var fyrstur á returin, eftir at Nielsen Pauli Danielsen royndi seg við frísparki.
Nú ber til at hoyra samandráttin frá Rás2 frásøgnini. Tróndur Arge og Rógvi Jacobsen vóru frásøgumenn.