Tað verður eitt ordans fótbóltskvøld á Rás2 í kvøld.
Klokkan 18 fer Tróndur Arge at siga frá effodeildardystinum millum B36 og NSÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn, sum byrjar tá. Sendingin byrjar klokkan 17.15.
Tá Tróndur Arge hevur gjørt samrøður við umboð fyri B36 og NSÍ, og hevur tikið samanum verður sett norður til Klaksvíkar. Har fer Jóna Nicolajsen at siga frá oddadystinum í 1. deild hjá kvinnum millum KÍ og EB/Streym/Skála. Poul Helgi Jacobsen verður viðmerkjari.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo fer eisini at hava tekstfrásagnir frá dystunum. Samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni um kvøldið.