Klokkan 16.30 seinnapartin í dag verður bólkafinalan í bólki millum flogbóltslandsliðini hjá Føroyum og Álandi.
Bæði liðini hava higartil vunnið 3-0 yvir bæði Grønlandi og Guernsey.
Hilmar Jan Hansen fer at siga beinleiðis frá dystinum á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 16.25.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Ljóðsamrøðurnar, sum verða gjørdar aftaná dystin koma út á in.fo.