Rás2 verður á staðnum í Syðrugøtu, og sendir frá G-festivalinum í kvøld, og í annaðkvøld.
Reportarar hjá Rás2 í Syðrugøtu hóskvøldið og fríggjakvøldið verða Sasho Bjartsson og Rasmus Vigant Samuelsen, sum fara at hitta fyrireikarar, luttakarar og gestir, sum eru staddir til G-festivalin.
Bæði kvøldini verður sent millum klokkan 19 og 21, og spældur verður G-aktuellur tónleikur millum samrøðurnar.
Flestu samrøðurnar, sum verða gjørdar í sendingini koma út á in.fo, hóskvøldið og fríggjakvøldið. Annars hevur in.fo nógvar aðrar greinar og myndir frá G-festivalinum komandi dagarnar.