Aftur í kvøld samsenda Rás2 og STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna frá hondbólti.
Vanliga verður samsent, tá VÍF er annað liðið í dystarfrásøgnini, men í kvøld klokkan 20 verður gjørt eitt undantak, tá StÍF og KÍF spæla í ítróttarhøllini á Skála.
Útfallið av dystinum hevur stóran týdning fyri VÍF. Vinnur KÍF er púra javnt, 28 stig í part til vestmenningar og kollfirðingar, og er áhugin fyri dystinum á Skála í kvøld tískil stórur í Vestmanna.
Umframt STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna, so hoyrist dysturin á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Til ber hjá fólki kring heimin at lurta á www.midlar.fo.
Ljóðsamrøður og myndir frá dystinum koma út á in.fo í kvøld.