Rás2: Hoyr málini hjá KÍ og fermálskjúttan

(Rás2) Hoyr hvussu málini hjá KÍ ljóðaðu á Rás2, og hoyr samrøðu við Páll Klettskarð, sum skoraði fýra mál

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum seks málunum KÍ fekk í 6-0 heimasigrinum á EB/Streymi.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Páll Klettskarð, sum skoraði fýra mál í dystinum í dag.

 

Páll Klettskarð fegnast um stórsigurin, tey fýra málini og, at verða komin uppum tey 100 málini. Páll Klettskarð hevur nú skotið 102 mál í bestu deildini.

 

Páll Klettskarð slær fast, at nú er týðandi hjá KÍ at vinna á Víkingi, sum er fimm stig frammanfyri KÍ um KÍ skal hava ein veruligan møguleika at vinna FM-heitið.


Dysturin verður mikukvøldið klokkan 17.30, og Rás2 sigur frá dystinum.