Rás2: Hoyr Lars og sjey spælarar taka samanum

(Rás2) Hoyr seks føroyskar landsliðsspælarar og landsliðsvenjaran taka samanum nú HM-undankappingin er lokin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tær sjey samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi í Mixed Zone á leikvøllinum í Budapest aftaná Føroyar høvdu tapt 0-1 ímóti Ungarn, og harvið endaðu Føroyar á einum fjórða plássi við einum søguliga høgum stigatali, níggju stigum. Eitt annað met er, at vit á fyrsta sinni í einari undankapping hildu málið reint í fimm dystum.

 

Vit hoyra á ljóðfíluni samrøður í hesari raðfylgjuni:

 

1) Atli Gregersen, liðskipari

2) Jóan Símun Edmundsson

3) Rógvi Baldvinsson

4) René Shaki Joensen

5) Ári Mohr Jónsson

6) Odmar Færø

7) Lars Olsen, landsliðsvenjari

8) Sølvi Vatnhamar

 

Spælararnir og Lars Olsen eru ikki nøgdir við at tapa dystin í kvøld, har ein 0-0 javnleikur hevði verið eitt ynskiúrslit, sum vit tíverri mistu 10 minuttir undan leikloki.

 

Annars halda menn, at vit hava staðið okkum væl í øllum dystum, ella ið hvussu er vart væl í øllum dystum, uttan í dystunum ímóti evropameistarunum hjá Portugal.