HM-undankappingin í Bolzano í Norðuritalia er liðug, og tað endaði rættiliga illa við einum 18-29 (10-13) tapið ímóti Italia. Áðrenn hevði føroyska manslandsliðið tapt 20-28 ímóti Rumenia, sum leikliga var tann frægasti dysturin, og 22-30 ímóti Ukraina í tí fyrsta dystinum.
Aftaná dystin ímóti Italia í kvøld hevði Tróndur Arge eina longri samrøðu við Sonni Larsen, landsliðsvenjara fyri at taka samanum dystin í kvøld, og HM-undankappingini.
-Vit mugu bara staðfesta, at tað bíðar stórt arbeiðið fyri framman. Vit hava ikki vant so nógv, og tað er neyðugt at venja nógv meiri. Meðan vit hava verið her í Italia, hava vit vant og kenna betri hvønn annan nú, enn vit gjørdu undan ferðini suður higar, sigur Sonni Larsen.
Og hann leggur aftrat: -Tað vísti seg, at vit vóru ógvuliga moyrir. Tveir spælarar vóru ikki við, tí teir vóru skaddir, og tað kendist eisini, at aðrir vóru smáskaddir. Vit skulu hittast aftur til landsliðsvenjingar í mai og juni, og vit vita, at tað er neyðugt at gera nógv við styrkisvenjingarnar. Hetta var byrjanin eftir steðg í landsliðsarbeiðnum í langa tíð. Ukreina og Rumenia kostaðu ógvuliga nógva orku, og tað sást væl í kvøld. Nú mugu vit hava fokus á tí, sum riggaði. Tað var eitt nú, at vit í fyrstu løtuni í kvøld og í brotum av hinum báðum dystunum riggaði væl, sigur Sonni Larsen.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Sonni Larsen aftaná dystin ímóti Italia.