Rás2: Hoyr avgerandi bóltarnir KÍF-Mjølnir 0-3

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í 3-0 sigrinum hjá Mjølnir

Seinnapartin vunnu kvinnurnar hjá Mjølnir 3-0 á KÍF í dysti í bólki 2 í steypakappingini hjá kvinnum. Settmunurin var 19-25, 20-25 og 20-25. 

 

Triðja liðið í bólkinum er Fleyr. Komandi leygardag tekur Fleyr ímóti Mjølnir. Sunnudagin 17. desember tekur KÍF ímóti Fleyr í Kollafirði. Tvey tey ovastu liðini fara víðari til hálvfinalurnar. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum í dystinum í Kollafirði, sum Mjølnir vann 3-0.

 

Jákup Fjallsbak, fyrrverandi formaður í flogbóltssambandinum var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Óla G. Samuelsen.