Rørsluárið hevur yvir 700 vinir á Facebook

Tað tykist, sum føroyingar veruliga hava tikið undir við Rørsluárinum. Nýstovnaði Facebookbólkurin hjá Rørsluárinum hevur longu yvir 700 skrásettar vinir. Á Facebook-síðuni hjá Rørsluárinum ber til at síggja eitt yvirlit yvir tiltøk, sum so ella so hava tilknýti til ?Føroyar í Rørslu?. Eisini eru góð hugskot fyri at koma í gongd við at røra seg og onnur kunning at finna á síðuni.

 

Øll kunnu skriva til Rørsluárið og kunna um tiltøk ella koma við hugskotum um rørslu.

 

Árið í ár er Rørsluár. Í hesum sambandi verða nógv ymisk tiltøk kring landið, sum á ein ella annan hátt hava rørslu í miðdeplinum. Tað eru ÍSF, Fólkaheilsuráðið og landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum í felag hava tikið stig til Rørsluárið.