Hovstunnilin
Í Suðuroy gongur nú hvønn dag sjón fyri søgn, at dagurin nærkast alsamt, har farið verður undir at gera tunnilin ímillum Øravík og Hov.
Seinastu tíðina hevur verið arbeittvið at fyrireika arbeiðsplássið øravíkarmegin og tey, sum koyra ella ganga framvið, hava lagt til merkis, at tað er grivið omanav, har inntakið til tunnilin skal vera og eitt lítið hús er bygt við komandi tunnilsmunnan, har streymur er lagdur til arbeiðsplássið.
Og fríggjadagin komu so ymisk amboð í Suðuroynna, sum skulu brúkast í sjálvum tunnilsarbeiðnum.
Eitt stórt farmaskip hjá Samskip kom á Drelnes í fríggjadagin og har var bæði broyt og borivognur lossað í land. Tað vóru Farmaleiðir hjá Strandferðsluni, sum avgreiddi tann spurningin og amboðini standa nú á vognum á Drelnesi.
Tað, sum hevur ligið í kortunum, er, at arbeiðið skuldi byrja í hesum mánaðinum og at tað skal verða koyrandi ígjøgnum tunnilin á jólum 2007.