Rørdur forseti tosaði fyri tjóðini

Islamskur yvirgangur hevur enn einaferð rakt Frakland, eftir at ein yvirgangsmaður í gjár koyrdi ein lastbil gjøgnum eina mannamúgvu í suðurfranska býnum Nice, har fólk vóru savnaði at hátíðarhalda franska tjóðardagin.


Higartil verður mett, at 84 fólk doyðu í ræðuliga álopinum, ið er tað triðja stóra álopið á ein franskan bý innan nøkur fá ár.


Enn hava franskir myndugleikar ikki upplýst hvør koyrdi bilin, men franskir miðlar skriva, at samleikaprógvini hjá einum 31 ára gomlum fransk-tunesa vóru funnin í bilinum.


Francois Hollande, franski forsetin, upplýsti á tíðindafundi í nátt, at eingin ivi er um, at talan er um islamskan yvirgang.


- Frakland er enn einaferð rakt av ræðuleikum, byrjaði ein týðiliga rørdur Francois Hollande tíðindafundin við.


- Alt týðir uppá, at hetta er eitt yvirgangsálop. Enn einaferð er talan um eitt ræðuligt álop og vit mugu gera alt vit megna at berjast móti hesum yvirganginum.


- Frakland er rakt, men eg vissi tykkum um, at hon er sterk og hon fer altíð at vera sterkari enn teir fanatikarar, ið vilja loypa á hana í dag, segði Francois Hollande.


Franskir myndugleikar upplýsa, at yvirgangsmaðurin koyrdi tveir kilometrar eftir gongugøtuni og skeyt eftir fólkum, áðrenn løgreglan loksins megnaði at steðga bilinum og drepa mannin.