– Rúni Joensen verður serligur ráðgevi í Vinnumálaráðnum, og hansara høvuðsøki verður vinnulóggávan.
Tað váttar Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sum hevur gjørt avtaluna við Rúna Joensen.
Sum tænastumaður hevur Rúni Joensen rætt til løn í trý ár, um hansara arbeiðspláss verður niðurlagt og tað almenna ikki kann vísa honum á eitt líknandi starv við somu tign.
Tað kann Løgmansskrivstovan ikki, og tí er líkt til, at aðalstjórin hevur havt rímiliga góð kort á hondini til samráðingarnar um nýggja starvið.
Sum skilst varðveitir Rúni Joensen aðalstjóralønina, nú hann gerst serligur ráðgevi í Vinnumálaráðnum.
Men tað vil løgmansstjórin ikki vátta.
– Tað er ikki endaliga komið uppá pláss enn, sigur Marjun Hanusardóttir.
Formliga er Innlendismálaráðið ikki til meira. Ráðið varð niðurlagt, tá løgmaður frígggjadagin boðaði frá politisku avgerðini.
Fyrisitingin av málsøkjunum verður broytt soleiðis, at løgmál og lógareftirlit fara til Løgmansskrivstovuna, útlendingamál og ferðslumál fara til Vinnumálaráðið, kommunumál fara til Almannamálaráðið, undirstøðukervismál fara til Fíggjarmálaráðið, umhvørvismál fara til Fiskimálaráðið og familjurættarmál fara til Heilsumálaráðið.
Í kjalarvørrinum eru tó nógv praktisk viðurskifti at fáa upp á pláss. Í gjár fingu starvsfólkini at vita, hvar tey skulu starvast í framtíðini.
Og nú er so eisini funnið eitt pláss til aðalstjóran.
– Jú, vit hava gjørt eina semju, og eg eri glað fyri, at Rúni Joensen heldur fram í miðfyrisitingini, sigur Marjun Hanusardóttir.
Rúni Joensen er 54 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur.