Tað eru nú nøkur ár síðan, sponsku Seat vórðu yvirtiknir av týsku VW-konsernini og fullkomiliga skiftu stíl, so hvørt sum nýggj modell koma á marknaðin.
Fyrst kom Seat Altea, síðan kom Toledo, sum er sami bilur men bert 18 cm longri og hevur størri viðførisrúm, og nú er so eisini Altea XL komin, sum er eins langur og Toledo, men líkist meira einum stationcar. Her kunnu vit leggja afturat at Seat Leon, sum er ein eitt sindur minni bilur, eisini er komin á marknaðin í sama stíli.
Seat Altea XL er í somu stødd sum t.d. Mazda5, Opel Zafira og Renault Grand Scenic, men verður ikki gjørdur sum 7-persónabilur eins og kappingarneytarnir.
Bilurin er praktiskur og ein tann rúmligasti í sínum klassa. Baksetrið kann flytast aftur og fram, so viðførisrúmið broytist frá 532 til 635 litrar. So talan er um eitt rættuliga stórt viðførisrúm.
Vælvirkandi elektromekaniska servostýring gevur bilinum eina fasta og neyva stýring saman við føstu og sportligu koyrieginleikunum.
Altea XL fæst við tveimum ymiskum bensinmotorum við ávikavist 102 og 150 hk, og trimum dieselútgávum við 105, 140 og 170 hk. Eins og Altea og Toledo fæst Altea XL í útgávunum: Reference og Stylance.
Altea XL eru komnir á danska marknaðin. Her hjá okkum koma teir at kosta úr 219.000 krónum, verður sagt frá Bilasøluni í Hoyvík.