Tíðliga leygarmorgunin møtti løgreglan einum bili úr Vágum, og sum hevði slíkt koyrilag, at løgreglan hevði hug at tosa við bilføraran.
Tá tað varð roynt at steðga bilinum, byrjaði hesin at koyra undan løgregluni, og haraftrat so skjótt, at løgreglan misti bilin burtur í Leynatunlinum.
Av Politistøðini í Havn verður upplýst, at teir høvdu ein ávísan varhuga av, hvagani heimstaðurin hjá bilinum var. Men hóast leitað varð, funnu teir ikki bilin.
Ikki fyrrenn í gjár boðaði ein maður frá, at ein bilur hevði rent á garð hansara í Leynum. Hann tók nummarið av bilinum, og vísti hetta seg at vera tað sama, sum tað ið løgreglan hevði skrivað niður.
Bilførarin fær í dag eitt sektaruppskot, í fyrsta lagi tí hann ikki steðgaði, tá løgreglan bað hann um tað, og tí at hann rýmdi frá einum ferðsluóhappi.
Um bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, er av góðum grundum ikki greitt.