Klokkan 17.30 hendi eitt ferðsluóhapp í miðbýnum í Vági, men tað óvanliga í hesum føri var, at bilførarin, sum rendi á, rýmdi av staðnum – og hevur verið horvin síðani.
Ein bilur kom koyrandi vestur ígjøgnum býin, men tá ið hann skuldi snarað til vinstru, oman á eitt parkeringspláss, varð hann brádliga yvirhálaður av einum hvítum vøruvogni. Tað brast og bilurin, sum varð yvirhálaður, fekk fitt av skaða. Men vøruvognurin, sum yvirhálaði, steðgaði ikki á, men helt leiðina fram vestur eftir vegnum, og hvarv. Annars hevur hann skyldu til at bíða og geva seg tik kennar.
Og hann hevur verið horvin síðani, hóast løgreglan hevur leitað í nátt og í morgun. Løgreglan veit ikki annað, enn at talan er um ein hvítan vøruvogn, men allarhelst hevur hann skaða á høgra horni framman, ella í høgru síðu.
Og er tað onkur, ið veit nakað um hendan hvíta vøruvognin, frættir løgreglan frættir fegin frá teimum, so at greiða fæst á, hvat tað var, sum hendi.