Rúmdarsteinur hevur løstað 950 fólk

Næstan 1000 fólk eru løstað, eftir at partar av einum rúmdarsteini eru dotnir niður í Russlandi.

Rúmdarsteinurin í Russlandi hevur oyðilagt eini 3000 bygningar. Talan er um 34 viðtaluhøli hjá læknum og 361 skúlar og barnagarðar.

Umframt materiellar skaðar hava ikki færri enn 950 fólk havt tørv á læknahjálp. Trý fólk hava fingið so álvarsamar skaðar, at tey eru nnløgd á intensiv, skrivar heimasíðan Russia Today.

Ein stórur partur av skaðunum hendi, tá ein trýstbylgja, ið kom av rúmdarsteininum, breiddi seg og knústi tað, ið svarar til 100.000 fermetrar av vindeygaglasi.

Myndugleikarnir hava nú stovnað eina sokallaða hotline, har fólk kunnu ringja og fáa sálarfrøðiliga hjál eftir hendingina. Fleiri kommunur í økinum Chelyabinsk eru í undantaksstøðu.

Rúmdarsteinur sprongdist uppi yvir Uralfjøllunum í Russlandi í nátt. Summar tíðindastovur skrivaðu fyrr í morgun, at russiska verjan hevði sprongt steinin við einari rakett.