Skattaviðurskiftini hjá føroyskum sjómonnum við útlendskum skipum, eru so fløkt og ógreið, at tað kann enda við, at teir bara flyta uttanlands.
Tað heldur Sjúrður Skaale, tingmaður.
Hann vil nú hava at vita um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur nakrar sum helst ætlanir um at broyta skattalógina soleiðis, at føroyingar, sum eru við fremmandum skipum, fáa greiðari, tryggari og meira rættvís skattaviðurskifti?
- Hýrurnar hjá føroyingum við útlendskum fiski- og farmaskipum, eru millum tryggastu inntøkurnar hjá samfelagnum. Hóast hesir føroyingar í fleiri førum ikki rinda nógvan beinleiðis skatt til landskassan, føra teir ógvuliga nógv fremmant gjaldoyra til landið, staðfestir tingmaðurin
Men hann vísir samstundis á, at skattaviðurskiftini hjá hesum sjófólkum eru milt sagt fløkjaslig.
- Tey eru ymisk alt eftir, hvørjari vinnugrein hesi sjófólk sigla í og tey eru eisini ymisk alt eftir, hvar í verðini, tey sigla.
Nógvir útisiglarar hava hug at geva Taks skyldina fyri, at teir mangan fáa rokningar,
sum tykjast vera heilt tilvildarligar.
- Og summir tora ikki so frægt sum at spyrja Taks, tá ein rokning er komin, av ótta fyri at teir fara út aftur við eini størri rokning.
Men á Taks royna tey bara sum frægast at umsita tær lógir og reglur, sum politiski myndugleikin hevur samtykt.
Nú er so umsitingin av inntøkufrádráttinum eisini broytt.
- Sum skilst hevur broytingin við sær, at fiskimenn, sum fiska uttanlands, verða
skattaðir av tí, sum teirra ferð úr Føroyum og aftur kostar.
Samstundis verður samdøgursískoytið broytt.
- Hetta merkir, at fiskimenn, sum fiska í Noregi, fáa annan skatt enn teir, sum fiska í
Grønlandi.
- Hetta tykist alt samalt órættvíst, tilvildarligt, ótrygt - og tað kann gera, at fiskimenn flyta bústað, sigur Sjúrður Skaale.