Ríkmaður vil byggja hotel og íbúðir í Nuuk

Malaysiski ríkmaðurin, sum eigur marglætis hotelketu og fótbóltsfelagið Cardiff City, ætlar at byggja bæði marglætishotell og íbúðir í Nuuk.

 

Sermitsiaq veit at siga, at malaysiska marglætis hotelketan, Berjaya Corporation Berhad, hevur gjørt av at veksa um sínar íløgur í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk. Umframt at byggja eitt marglætishotell, ynskir hotelketan eisini at byggja fleiri íbúðir.

Malaysiski ríkmaðurin, Vincent Tan, sum eigur enska fótbóltsfelagið, Cardiff City, eigur eisini fleiri marglætis hotell. Sermitsiaq veit at siga, at Vincent Tan hevur ikki slept ætlanini um at gera eina stóra íløgu í Nuuk.

Í fyrsta umfari var ætlanin, at hotellið skuldi byggjast á tí, sum grønlendingar rópa Kolonihavnini, men tá fólk í Nuuk settu seg upp ímóti hesi ætlan, varð hon slept.

Seinastu mánaðirnar hevur kommunan leitað eftir alternativum staðsetingum av ætlaða hotellinum og íbúðunum hjá Vincent Tan, og sambært Alex Tan Ghee Keong, ráðgeva hjá ríkmanninum, hevur hotelketan nú fingið tveir møguleikar at velja í.

Við Sermitsiaq sigur Alex Tan Ghee Keong, at hann ikki vil siga ítøkiliga, hvørji øki í kommununi eru í uppskoti, og hann leggur aftrat, at tey í Berjaya Corporation Berhad enn ikki eru liðug við sínar metingar um, hvat økið hevði verið hitt best egnaða.

Ráðgevin hjá malaysiska ríkmanninum sigur tó við Sermitsiaq, at talan er um at byggja 90 íbúðir í økinum, har ætlaða hotellið skal byggjast, og her skulu eisini vera møgulekar til ymiskar fasilitetir og smáar handlar.

Tað verður í Qinngorput, sum er ein býarpartur í Nuuk, at byggingin skal fara fram. - Tað er okkara meting, at tørvur verður á íbúðum í Nuuk, tá nýggja floghavnin fer at standa liðug, sigur ráðgevin, Alex Tan Ghee Keong.

Hann leggur aftrat, at ætlanin er, at fólk, sum koma at arbeiða á hotellinum, skulu kunna búgva í nøkrum av íbúðunum, men her verða eisini íbúðir, sum kunnu leigast av øðrum. - Tað verða eisini onnur í býnum, sum fara at kunna leiga seg inn her, sigur Alex Tan Ghee Keong.