Rökkvi fer at hava konsert saman við Jákupi á Lakjuni (FM1)

(FM1) Hoyr Rógva Odvørson greiða frá konsertini, ið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í annaðkvøld klokkan 20

##med2##

Sunnukvøldið 1. mars kl 20:00 er Mentanarhúsið  karmur um eina konsert við fullmannaða tónleikabólkinum Rökkvi og Jákupi á Lakjuni.

RÖKKVI:

Handan listafólkanavnið Rökkvi, goymur seg Fuglfirðingurin Rógvi Oddvörson. 

Rökkvi varð stovnaður á vári í 2015, so hesin bólkurin er væl etableraður á føroyska tónleikapallinum. Bólkurin hevur luttikið á fleiri konsertum, festivalum og líknandi tiltøkum. Rökkvi spælir melodiskan popp/rokk við electro ísletti, og løgini eru sera fangandi.

Bólkurin hevur eisini m.a. luttikið á Arctic Sounds Festival í Sisimiut. Eisini hevur bólkurin spælt tvær ferðir í Íslendska Norðurlandahúsinum, m.a. til eitt tiltak í samband við Iceland Airwaves. 1. mars í mentanarhúsinum spæla RÖKKVI eisini onkur nýggj og óútgivin løg.

 JÁKUP Á LAKJUNI:

Jákup Á Lakjuni gevur sangskrivarasjangruni eina heilt serliga inniligheit. Løg og framførsla eru djúp og nærverandi, eins og boðskapurin í tekstunum er umhugsin og kemur beint frá hjartanum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Rógva Odvørson greiða frá konsertini í samrøðu við FM1. 

(Samrøða við Rógva Odvørson)