Rækjuflotin minkaður við 8 skipum

Í 2001 vóru 10 skip í føroyska rækjuskipaflotanum. Í dag eru bert tvey skip eftir, nú rækjutrolarin Fríðborg er seldur. Á heimasíðuni hjá Føroya Reiðarafelag harmast formaðurin í felagnum Viberg Sørensen um søluna av rækjutrolaranum Fríðborg, sum leirvíkingar áttu.

Hann vísir á, at við skipinum vóru 18 mans hvønn túrin, og við avloysarum lá manningartalið um 27.

Viberg Sørensen heldur, at tá eitt slíkt arbeiðspláss verður niðurlagt, er hetta einki minni enn ein vanlukka fyri Føroyar.

- Fríðborg hevur goldið einar 13 miljónir krónur í hýrum til manningina um árið, og manningarparturin hevur verið ein góð hálv miljón um árið.

Formaðurin í Felagnum Rækjuskip, Jóhan Joensen, sum eisini er reiðari á rækjutrolaranum Arctic Viking, sigur, føroyski rækjuflotin er minkaður við tilsamans átta skipum síðan ár 2001.

- Í 2001 vóru 10 skip í flotanum, og í dag eru bert tvey eftir, sigur hann.

Skipini, sum føroyingar áttu í 2001, vóru Hvilvtenni, Høgifossur, Ocean Castle, Sólborg, Arctic Viking, Kappin, Borgin, Sout Island, Sjúrðarberg og Fuglberg.

Jóhan Joensen sigur, at Fríðborg, sum nú er seld, áður hevur kallast Ocean Castle og Napoléon og Havborg, sum framvegis er heimahoyrandi í Leirvík, er fyrrverandi South Island.

Formaðurin í Felagnum Rækjuskip sigur, at føroysku rækjukvoturnar eru nóg mikið til trý skip, men tvey skip klára eisini at fiska kvoturnar upp.

Hann vísir á, at føroyska rækjukvotan í Eysturgrønlandi er 1335 tons.

- Sjálvsagt hava færri skip betri møguleika at fáa samanhang í raksturin, tá tær góðu kvoturnar eru smáar, leggur Jóhan Joensen aftrat.