Serliga snýr hetta seg um serviðgerðir innan krabbamein, æðra-, hjarta- og lungnaøkið, neurologiska økið, serøki innan ortopedi, trupulleikar í smb.v. ov tíðliga fødd børn, cystisk fibrosa o. m. a.
Til hetta endamálið hava vit eina serliga játtan á fíggjarlógini, sum svarar til umleið 20% ella fimtingin av øllum okkara sjúkrahúsútreiðslum. Og henda játtanin er vaksin nógv seinastu árini, sum talvan vísir (2007 eru mett tøl):
Serviðgerð uttanlands
2003
2007
%-broyting
Sjúklingar
1499
2280
52%
Fylgjarar, avvarandi
1080
1680
56%
Útreiðslur, í mió. kr.
91
115
26%
Hesin vøkstur í útreiðslunum til serviðgerð uttanlands er eitt vet størri enn vøksturin í sama tíðarskeiðið til tey 3 føroysku sjúkrahúsini (2007 eru mett tøl):
Tey 3 sjúkrahúsini í Fø.
2003
2007
%-broyting
Útreiðslur, í mió. kr.
346
424
23%
Nógv tann størsti parturin – eini 85% - av sjúkraviðgerðini uttanlands fer fram á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Restin fer fram á øðrum sjúkrahúsum í Danmark – minni enn 1% fer fram á sjúkrahúsum uttan fyri Danmark. Tí má sigast at vælvirkandi atgongd okkara til Ríkissjúkrahúsið er ein lívsæðr fyri okkara sjúkrahúsverk. Og soleiðis fer eisini at vera frameftir – av nógvum góðum grundum.
Nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn
Tí verður eisini arbeitt við at útvega okkum nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn, at avloysa Hotel Tórshavn, sum ikki longur er tíðarhóskandi á nakran hátt. Í summar setti eg ein arbeiðsbólk at fyrireika hetta arbeiðið. Seinni í hesum hesum mánaði koma tey við sínum tilmæli til landsstýrismannin, um hvat gerast skal. Tað verður so komandi landsstýrismaður saman við komandi samgongu, sum fer at gera av, hvussu ætlanin skal fremjast. At tað verður kostnaðarmikið er ongin ivi um. Men tað er ein kostnaður vit sjálvsagt mugu raðfesta.
Heilsusamstarv við Ísland og Skotland
Hóast Ríkissjúkrahúsið eisini í komandi árum fer at vera høvuðsálitið fyri at fáa neyðugu atgongdina til serviðgerðir uttanlands, so er av stórum týdningi at vit eisini knýta samband við onnur sjúkrahús í okkara nærmastu grannalondum. Her verður serliga hugsað um Ísland og Skotland. Tað kann verða gagnligt at hava atgongd til hesar møguleikar aftrat Ríkissjúkrahúsinum, m.a. fyri at stytta um bíðitíðir, og fyri at økja um møguleikarnar fyri strategiskum samstarvi um menning av heilsustarvsfólkum. Hetta er eitt øki har vit noyðast at gera ein serstakan stóran innsats fyri at menna og rekruttera tey heilsustarvsfólk, sum vit hava so stórliga brúk fyri.