Fíggjareftirlitið skrivar á síni heimasíðu, at avgerðin at yvirtaka landsins størsta banka er eitt neyðugt stig fyri at røkka málinum hjá stjórnini og Altinginum um at fáa bankaraksturin í eina trygga legu og at tryggja innlánini.
Samstundis hevur fíggjareftirlitið veitt trygd fyri, at øll innlán í Kaupthing eru tryggjað.
Kaupthing hevur verið sera virkin uttan fyri Ísland, eitt nú í Føroyum og Danmark. Í Danmark eigur bankin millum annað FIH Erhvervsbank, sum er ein av teimum størstu bankunum í Danmark.
Kaupthing er tann triði bankin, sum tað almenna hevur yvirtikið. Hinir báðir eru Landsbankinn og Glitnir.