Í ráhvítum føroyskum kvinnubúna

Liljan Weihe og Ári Rouch

Á Spógvavegi 51 seta tey nøsina upp til góðveður leygardagin 26, tí tá verða tey bæði Liljan Weihe (29) og Ári Rouch (28) vígd úti í havanum.

Her verður helst eisini ein hin mest forkunnugi og vakri kvinnubúnin borin í brúdleypshøvi á fyrsta sinni. Liljan Weihe hevur nevniliga fingið tær báðar Mirjam Carlsen og Ruth Hansen at gera sær ráhvít føroysk klæði til brúdleypið. Onki fyriklæði ella turriklæði verður til, men eitt blómutyssi við ljóst violettum, grønum og gyltum litum. Eisini verður Ári í føroyskum búna við hvítum vesti og hosum, har hosubond og vestamynstur eru í somu litum sum blómutyssið.

Brúðarparið koyrir við einum Mercedes út í Róðrarneystið á Argjum, har 135 fólk koma í veitslu. Tað er Oddvør Skarðhama, sum hevur ábyrgdina av teimum trimum rættunum, har vín og vatn verða afturvið. Vestmannaorkestrið Brim spælir til dansin, og brúðarparið svevur á Hotel Føroyum aftaná.

Liljan og Ári, sum búgva niðri og eiga ein lítlan son, valdu at giftast nú um ólavsøkuna, tí tað eru akkurát fimm ár síðani tey funnu hvønn annan á Café Natúr, har tey arbeiddu saman.


Blómur: rósur og fresjir

Litir: Ljóst violett, hvítt og gylt