Lem Wah og Ho Cum úr Hong Kong vóru í Havn á ólavsøku.
- Eg havi sæð eitt sindur um Føroyar í ferðabókum, og eg gjørdist forvitin um hetta landið, og so fekk eg bara hugin at koma higar, sigur Lem Wah við in.fo.
Tað er ein heilt serlig orsøk, at Lem Wah og Ho Cum kenna til Føroya.
- Mær dámar øgiliga væl fótbólt, og eg havi fylgt við í kvalifikatiónsdystunum, og so legði eg merki til Føroya, sigur Lem Wah.
Lem Wah og Ho Cum vóru í Føroyum í fimm dagar.