Sama ger seg galdandi í fleiri av hinum norðurlondunum – høvuðsslagorðið hjá Jens Stoltenberg í Norra er “arbeid til alle er jobb nummer én”, meðan svenska stjórnin brúkar “Jobben är vår vigtigaste framtidsfråga. Fler jobb tryggar välfärden...”.
At talan er um annað enn politiskt gykl eru tað nógvar ábendingar um. Serfrøðingar hava kropp á kroppi víst á døpur framtíðar demografisk útlit samstundis sum hagtølini fyri óarbeiðsfør eru órógvandi. Eisini í norðurlendskari frágreiðingini hjá Nososko frá 2009 um avbjóðingar fyri norðurlendska vælferðarstatin verður staðfest, at tað at hava flest møgulig virkin á arbeiðsmarknaðinum sær út til at vera størsta avbjóðingin fyri framman.
Høgt arbeiðsvirkni í Norðurlondum
Í mun til hesa niðurstøðu vil helst onkur siga, at Norðurlond jú eru eyðkend við einum høgum arbeiðsvirkni. Men hóast hetta, so má hetta eisini síggjast í mun til vælferðarstatin, og hvussu útbygdur hesin er. Nógv av lívsins viðurskiftum eru nú einaferð lutfalslig. T.d. so kann nevnast, at hóast høgt arbeiðsvirkni í Danmark, so er ein niðurstøða hjá donsku arbeiðsmarknaðarkommissiónini, at danskarar nýta ov lítlan part av teirra lívi á arbeiðsmarknaðinum sæð í mun til vælferðartænasturnar, sum ein dani er móttakari av. Miðalborgarin fær meiri í veitingum og tænastum enn hann rindar umvegis skatti og avgjøldum. Og tá hongur roknistykkið ikki saman, sigur kommissiónin, og so slett ikki um hugt verður nakað fram í tíðina.
Føroyingar allar raskastir?
Um tú hoyrdi tíðindi herfyri, so kundi tú sum føroyingur helst fingið hug til at sett teg afturá og hugsa, at hetta er ikki viðkomandi fyri Føroyar. Tí sambært hagtølum, so eru føroyingar samanborið við aðrar norðurlendingar allar raskastir til at vera á arbeiðsmarknaðinum. Ja, Hagstova Føroya kundi herfyri enntá boða frá, at arbeiðsvirkni í Føroyum er munandi hægri enn í øllum øðrum londum (sum vit kenna til). Til tey góðu tíðindini um føroyska arbeiðsmarknaðin er tó neyðugt at leggja aftrat, at Føroyar eisini liggja hægst, tá talan er um at arbeiða niðursetta tíð – serliga eru tað kvinnur, sum í nógv størri mun arbeiða niðursetta tíð, men ein ávísur munur er eisini at síggja hjá monnum. Hví so er, kann vera ringt at meta um. Er føroyski arbeiðsmarknaðurin rúmligari, er talan um strukturellar forðingar, ella er tað tí, at neyðugt er hjá teimum, sum hava maka á sjónum, at arbeiða niðursetta tíð? Ja, vit vita ikki hví, men frágreiðingarnar kunnu vera so mangar.
Og viðvíkjandi roknistykkinum, so sær ikki út til – hóast stórt arbeiðsvirkni – at hetta hongur saman her heima heldur. Hallið á fíggjarlógini talar fyri seg.
Demografi og óarbeiðsføri
Eitt vaksandi tal av eldri er eitt fyribrigdi, sum er galdandi í øllum vesturheiminum, og Føroyar er einki undantak. Framrokningar av fólkatølum vísa, at tað verða færri fólk í arbeiðsførum aldri á arbeiðsmarknaðinum í mun til stóra bólkin av fólkum í pensjónsaldri. Orsøkin er hægri livialdur, og at ov fá børn verða fødd. Framtíðarútlitini eru sostatt, at færri vera til at forsyrgja fleiri. Hetta leggur m.a. trýst á arbeiðsmarknaðin, vælferðartænastur o.a., og harvið verða sett størri krøv til arbeiðsvirkni millum tey, sum eru í arbeiðsførum aldri.
At vælferðarsamfelagið er treytað av høgum arbeiðsvirkni er ikki nakað nýtt, men í og við at tað er greitt, at hesin samanhangur orsakað av nevndu demografisku avbjóðingunum væntandi verður enn týdningarmiklari í framtíðini, so kann tað ikki undra, at Norðurlond hava stóran ekka av gongdini, sum hevur verið seinastu nógvu árini við, at fleiri og fleiri í arbeiðsførum aldri ikki eru virkin á arbeiðsmarknaðinum.
Hóast búskaparvøkstur og metlágt arbeiðsloysi, so hevur bólkurin uttan fyri arbeiðsstyrkina seinastu 20 árini verið støðugt vaksandi í norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum. Umráðandi er her at viðmerkja, at vit ikki tosa um bólkin av arbeiðsleysum, men við lægri arbeiðsvirkni er at skilja, at ymiskir bólkar verða útihýstir frá arbeiðsmarknaðinum ella við, at fólk í stóran mun arbeiða niðursetta tíð.
Og í Føroyum...
Demografiska avbjóðingin liggur eisini framman fyri okkum í Føroyum, men viðvíkjandi spurninginum um óarbeiðsføri, so mangla vit í Føroyum, sum ikki einaferð, munagóð hagtøl á økinum. Men ábendingar eru um, at talið av fólkum í Føroyum, sum eru varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin økist og er øktur seinnu árini. Talið av fyritíðarpensjónistum hevur verið støðugt seinnu árini, men talið av persónum í vardum starvi hevur verið vaksandi. Tó kunnu vit ugga okkum við, at føroysku tølini, sum vit kenna, eru lægri enn í londunum rundan um okkum.
Sjúkufrávera ein ábending
Ein týðandi norðurlendskur innsatsur seinnu árini hevur verið í mun til sjúkufráveru, ella serliga langtíðarsjúkufrávera, ið veruliga hevur gjørt um seg. Tiltøkini verða mett sum ein ógvuliga týðandi táttur fyri at mótvirka, at fólk missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og hervið eisini at avmarka tilgongdina til aðrar sosialar skipanir. Donsk hagtøl vísa, at í førum har langtíðarsjúkufráveran er eitt ár koma 1út av 5 persónum ongantíð út aftur á arbeiðsmarknaðin
Í Føroyum hava vit ongi almen hagtøl fyri sjúkufráveru. Einastu tøl fyri sjúkufráveru, vit hava, eru frá Sjúkadagpeningaskipanini hjá Almannastovuni, men hesi siga tó bert nakað um støðuna fyri ein avmarkaðan part av arbeiðsmarknaðinum. Fyri tann almenna og privata arbeiðsmarknaðinum annars eru ongar skrásetingar ella kanningar yvir sjúkrafráveru. Hagtøl frá sjúkradagpeningaskipanini kunnu ikki brúkast til at meta um restina av arbeiðsmarknaðinum, tí arbeiðsumhvørvið og onnur viðurskifti eru rættiliga ólík. Men tað, sum tølini fyri sjúkadagpeningaskipanina siga, eru, at tal av fólkum í skipanini er ikki vaksandi, og at fólkini í skipanini eru ikki oftari sjúk. Men sjúkuskeiðini eru munandi longri í 2009 enn fyri bert fáum árum síðani. Talið av teimum, sum fáa sjúkradagpengaveiting í 40 vikur (fult tíðarskeið), er økt munandi seinnu árini. Eisini er talið av teimum, sum fáa forsorgarhjálp vegna sjúku økt munandi í seinastuni. T.v.s. at onkrar ábendingar eru um, at langtíðar sjúkufráveran er vaksandi. Men um gongdin vit síggja aðra staðni við vaksandi sjúkrafráveru annars er galdandi fyri Føroyar er fullkomiliga ókent. Tað átti tí at verið kannað, í hvønn mun vit hava trupulleikar við langtíðarsjúkufráveru á arbeiðsmarknaðinum annars.
Handfara støðu við vaksandi arbeiðsloysi
Til hetta skal eisini leggjast afturat, at ein støða við vaksandi arbeiðsloysi eisini kann elva til vøkstur í bólkinum av varandi óarbeiðsføri um trupulleikin ikki verður rætt handfarin. Royndir frá undanfarnum búskaparkreppum hava sambært OECD lært okkum fylgjandi: 1. at stígur í búskapinum viðførir størri vøkstur í arbeiðsloysi, 2. at kostnaðurin við missi av menniskjaligum tilfeingi (human capital) veksur í búskaparkreppum orsakað av longrivarandi arbeiðsloysi, 3. at vøkstur í arbeiðsloysi hevur serliga stórar avleiðingar fyri útsettar bólkar, tó sleppur eingin bólkur undan, og 4. at trupult er at venda gongdini í tíðarskeiðum við vøkstri í arbeiðsloysi, og at vandi er fyri varandi útihýsing av veikum bólkum á arbeiðsmarknaðinum.
Sambært OECD tilmælum er tað í tílíkum støðum, at lond skulu seta tiltøk í verk fyri at forða fyri, at ein arbeiðskreppa ikki gerst ein sosial kreppa. Hetta skal gerast við politiskum átøkum fyri at fáa fleiri í arbeiði, og í øðrum lagi við at tryggja sosiala netið. OECD mælir harumframt til, at fólk afturfyri arbeiðsloysisdagpengar fáa arbeiðsbjóðandi tænastur (arbeiðssøking, arbeiðsvenjing o.l.). OECD mælir til, at lond taka langtíðaratlit, tvs. at tryggjað verður, at kreppan ikki viðførir varandi útihýsing av veikum bólkum frá arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at bólkurin uttan fyri arbeiðsstyrkina veksur, tí tað fara betri konjukturar ikki at fáa broytt. Og ávarað verður ímóti at seta tiltøk í verk, ið minka um arbeiðsútboðið í framtíðini, t.d. við at stovna nýggjar skipanir, har fólk tætt upp á pensjónsaldur, kunnu fara frá áðrenn tíð.
Álvari ella ikki
Avbjóðingarnar metast sum verandi stórar. Týðandi demografiskar broytingar, trupulleikar við umfatandi óarbeiðsføri umframt møguligar avleiðingar av verandi búskaparkreppu. So tað kann ikki undra, at okkara norðurlendsku nábúgvar eru nakað stúrnir um útlitini fyri sonevnda norðurlendska vælferðarstatin. Men at meta út frá kjakinum í Føroyum, so letur ikki til, at nøkur órógv er millum føroyskar politikarar ella føroyingar annars um hesi útlit. Tað ber sjálvandi til, at trupulleikarnir í Føroyum ikki eru nær til so stórir sum í okkara grannalondum, men tað vita vit ógvuliga lítið um. Og tað hevði tí kanska verið eitt hugskot at fingið staðfest um so er ella ikki. Arbeiðsmegin er tað mest týðandi tilfeingið, sum eitt land hevur yvirhøvur.