Rógvið, vestmenningar, rógvið!

:)

1. Vers:

Vársins ljósu tíð tú vaknar,

eftir kaldan vetrarblund.

"Vestmenningin" bygdin saknar,

kallar nú til stevnufund.

Setast unglingar við árar,

- róðursmaður koyrir á.

Sveittabrot og hendur sárar:

"Vit vilja sigur fá!"


Niðurlag:

Rógvið, vestmenningar, rógvið!

Rógvið eldin mær í sál!

Í silvitni sum ódnarsjógvi,

vit fylgjast inn á mál.


2. Vers:

Í sólarroða nú tú skyggir,

"Vestmenningur" er á ferð,

- brúsandi um alduryggir,

heilsið honum, fles og sker...

Og tá tú troyttur móti heysti,

aftur leggur árar inn,

fylgja vit tær inn í neystið,

- balla væl títt dýra skinn...


Niðurlag:

Rógvið, vestmenningar, rógvið!

Rógvið eldin mær í sál!

Í silvitni sum ódnarsjógvi,

vit fylgjast inn á mál.


Orð og lag:

Martin Joensen, 17. mei 1995