Í Vágum hava tey alt kappingarárið livað við hóttanini av niðurflyting. Tað hava tey í EB/Streymi ikki gjørt.
Men nú tað resta tvey umfør, er møguleiki fyri, at EB/Streymur undan síðsta umfari kann verða heilt illa spert.
Í dag hittast 07 Vestur og EB/Streymur í Sørvági. 07 Vestur er fýra stig aftanfyri EB/Streym.
Hjá EB/Streymi kemur tað illa við, at liðformaðurin Rógvi Egilstoft Nielsen, sum er ein av hollastu stuðlunum ikki er tøkur. Hann er leikbannaður. Leif Niclasen, Fríði K. Johansen og Aksel B. Danielsen eru skaddir, og Rói Olsen er tøkur aftur.
Hjá 07 Vestur eru allir spælararnir tøkir.
Síðstu umførin hava Sonny Jakobsen og Ken Fagerberg verið sera eyðsýndir álopsspælarar. Stóra avbjóðingin hjá EB/Streyma venjaranum, Heðini Askham, verður í dag at syrgja fyri, at serliga teir báðir verða hildnir í stuttum tjóðri.