Rógvi Jacobsen og liðfelagarnir í KR spældu mikuvkvøldið triðja dystin í íslendsku landskappingini. Dysturin var ímóti Fylki, og KR vann dystin 1-0. Einasta málið í dystinum skoraði Trygvi Svein Bjarnason, tá ið ein slakur hálvur tími var spældur. Rógvi Jacobsen spældi allan dystin í álopinum hjá KR, og hesin dysturin var nummar 50, sum Rógvi spælir fyri íslendska felagið.