Rógvi skal hjálpa HB

20 ára gamli argjamaðurin, Rógvi Poulsen, kemur heim úr Onglandi at hjálpa HB fram til summarsteðgin, nú Andrew av Fløtum er skaddur og ikki fær spælt

Rógvi Poulsen hevur síðstu tíðina verið knýttur at enska fót­bólts­felagnum, Crewe Alexandra, kemur nú heimaftur til før­oyskan fótbólt. Rógvi, sum hevur verið ein týðandi spælari á HB-liðnum síðstu árini, hevur ikki fingið vunnið sær pláss á liðnum hjá Crewe enn, og tí kann skifti avgreiðast skjótt og ómaks­leyst.
Sum skilst, er spæliloyvið ongantíð endaliga flutt til Ong­lands, og tí kann hann beinan­vegin rætta HB eina hjálpandi hond, so helst verður hann at síggja í hópinum longu sunnu­dagin, tá HB spælir á útivølli ímóti NSÍ.
HB-heimasíðan skrivar, at Havnar Fótbóltur og Rógvi Poulsen eru komin ásamt um at gera eina avtalu, so hann spælir við HB fram til summarsteðgin. So­statt kann Rógvi eisini halda seg í formi og fáa dystarvenjing, tá steðgur verður í ensku kapp­ingini.
Skiftið skal ikki skiljast, sum at Crewe ikki framvegis hevur áhuga fyri Rógva, tí avtalan merkir eisini, at umboð fyri Crewe koma til Føroya at síggja Rógva í dysti fyri bæði HB og lands­liðið.