Rógvi Jacobsen var eitt sindur nipin ella vónbrotin, tá ið hann sunnudagin fekk at vita, at hann skuldi sita á beinkinum, tá ið KR hevði vitjan av Fram. Eftir fyrsta landskappingardystin, tá ið KR spældi illa, men kortini vann 2-1, varð sagt, at tað serliga var í verjuni, at tað bilaði hjá KR.
- Venjarin segði mær, at hann hevði valt at spæla 4-4-2, og at tveir smáir menn skuldu vera í álopinum. Hann legði afturat á taktikkfundinum, at um tað ikki fór at rigga, so fór hann skjótt at skifta út. Tað gekk einki serligt, og longu nakrar minuttir undan steðginum varð eg skiftur inn á framrættaða miðvallarpláss. Tá broyttu vit til 4-3-3, sigur Rógvi Jacobsen úr Reykjavík.
Og Rógvi setti dám á. So mikið stóran at tað var hann, sum skoraði einsamalla málið, og harvið tryggjaði hann við sínum fyrsta málið í landskappingini KR annan sigurin í tveimum royndum.
- Amerikumaðurin Helmis Matute, sum er vinstri vongverji, fór framvið tveimum, og tá ið hann legði innfyri, tveitti eg meg fram frammanfyri fremra stólpan og snittaði bóltin við høvdinum bóltin í handara síðuna av málinum. Hetta var tíðliga í 2. hálvleiki, og tað komu ikki fleiri mál, greiðir væl nøgdi Rógvi Jacobsen frá úr Reykjavík. Fram ímóti dystarenda fekk hann gula kortið fyri takling.
Hann leggur afturat, at talan var ikki um nakað serligt spæl. Fram nýtti nógv langar og høgar sendingar.
- Vit eru sera fegnir um stigini. Hósdagin skulu vit spæla á útivølli í Keflavík, og sunnudagin eiga vit heimavøll ímóti FH, sum higartil er einasta liðið afturat okkum, sum hevur vunnið báðar dystirnar. Tað gleði eg meg til, og eg gleði meg eisini til at koma heim og vera saman við vinmonnunum á landsliðnum.
Rógvi Jacobsen arbeiðir fýra tímar fyrrapartarnar, og so venur hann við KR seint seinnapartin.
FH vann sunnudagin 5-1 í Grindavik, Fylkir vann 2-1 á heimavølli móti þrótti, og Í Vestmannaoyggjunum vann Keflavík 3-2. Síðsti dysturin í øðrum umfari var í gjárkvøldið, tá ið ÍA, sum vann í fyrsta umfarinum, á útivølli skuldi spæla í Reykjavík ímóti Vali.
Í næstbestu deildini vann Breiðablik 1-0 á útivølli í Húsavík. Hans Fróði Hansen, sum ikki var við í fyrsta umfarinum, tí hann var í Føroyum, var í miðverjini hesa ferð.
Myndatxt
Rógvi Jacobsen skoraði einsamalla málið, tá KR um vikuskiftið vann á Fram í íslendsku Landsbankadeildini