Nýggjur føroyameistari í snartalvi er kosin. Í árligu FM fyri einstaklingar í Havn í gjár vann Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í harðari kapping við Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag. Snarmeistarin mongu undanfarnu árini, Helgi Dam Ziska, var ikki við.
25 telvarar kappaðust. Níggju umfør vórðu telvað. Í hvørjum umfari vórðu tvinnanda talv telvað sínamillum. Í alt telvaði hvør luttakari tí átjan talv. Rógvi Egilstoft Nielsen tapti bert eitt av teimum átjan talvunum í kappingini. Tað var fyri blaðunga unglingaføroyameistaranum Luitjen Aksleson Apol. Talvini millum Rógva og Olaf Berg endaðu bæði jøvn.
Teir bestu fimm í kappingini vóru hesir:
1 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 14½ stig
2 Olaf Berg, HT 14
3 Martin Poulsen, HT 13
4 Sjúrður Thorsteinsson, HT 12½
5 Finnbjørn Vang, KTF 11½ stig









